Lyrks
Lyrks
Lyrks
Cover Art

Kalli Katt Lyrics by Kári Leivsson

Vælferðarvísur

0

Gongur tú ein keitúr ímillum trý og fimm
Konteynarar, øl og brennivín og timbur skipast inn
So sært tú gamla Kalla Katt húka á sín stav
Skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag
So sært tú gamla Kalla Katt húka á sín stav
Skoða farna verk sítt endurføðast hvønn ein dag
Tá gerst hann aftur ungur sum lossaði hann har
Fyri hvønn ein breyðbita hann knossaði og bar
Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
Men tað var aldri fólk sum Kalli ið sóu vinningin
Ja skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
Men tað var aldri fólk sum Kalli ið sóu vinningin
Hann minnist hvønn ein kaffimunn og hvønn ein lítlan dramm
Í regni millum konteynaranar, vinirnir og hann
Meðan skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
Men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin
Ja skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
Men tað er aldri fólk sum teir ið síggja vinningin
Høgir harrar hábærsliga lyfta av sín hatt
Teir heilsa tær og konuni, men aldri Kalla Katt
Tí skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
Tá onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina
Skip tey stevndu út og onnur stevndu inn
Tá onkrir lyftu aðrar upp um lúnningina
Ein dagin undir lossing ein stórur kassi datt
Og so var eingin tímalønin meir hjá Kalla Katt
Tað er fjálgt at pensjónerast við at gerast sekstifimm
Men beikst at missa farmin tí at árar leggjast inn
Ja tað er fjálgt at pensjónerast við at gerast sekstifimm
Men beikst at missa farmin tí at árar leggjast inn
Kalli gníggjar eyguni og starir út á hav
Um skamma stund tá skal hann sjálvur sína ferð avstað
Summar skútur stevna líka inn í himmalin
Og Kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin
Summar skútur stevna líka inn í himmalin
Og Kalli trýr at har fær hann at síggja vinningin

About “Kalli Katt” by Kári Leivsson

Read the complete lyrics to "Kalli Katt" by Kári Leivsson from the album "Vælferðarvísur". On Lyrks you can follow along with the full text, explore the artist's discography, and discover related songs. The track is often categorized under Folk, Country.

"Kalli Katt" is performed by Kári Leivsson. from the album "Vælferðarvísur" This page provides the full lyric text for fans who want to sing along, study the songwriting, or compare versions across releases. Lyrks organizes lyrics by artist and song slug so you can bookmark and share a stable URL. Music lyrics help listeners connect with emotion, narrative, and rhythm in a track. Whether you are learning English, researching a favorite chorus, or preparing for karaoke, having accurate line breaks and section labels (verse, chorus, bridge) makes the experience easier. We link to the official artist profile on Lyrks where available, including biography snippets, top songs, and chart placements when we have that data. If you enjoy "Kalli Katt", explore more songs by Kári Leivsson using the links below. Chart and trending pages on Lyrks highlight what listeners are searching for this week. For copyright or correction requests, see our DMCA and contact pages.

View all songs and biography for Kári Leivsson · Trending lyrics · Billboard Hot 100

Frequently asked questions

"Kalli Katt" is credited to Kári Leivsson. Songwriting credits may include additional writers listed on the release; check the credits section on this page for linked collaborators.

"Kalli Katt" appears on "Vælferðarvísur".

Visit the Kári Leivsson artist page at /artist/kari-leivsson for biography, popular tracks, and links to more lyric pages.